Uttanlands

Sam Smith vil ikki kallast ”hann” longur

Kennir seg hvørki sum mann ella kvinnu. Ynskja at vera tiltalað í hvørkikyni, fleirtal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-16 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gitni enski sangarin Sam Smith kennir seg ikki longur sum ein maður, og vil tí ikki kallast hann. Sam Smith ynskir at fólk heldur umrøða ella tiltala tey (hann) í hvørkikyni, fleirtal.

Hesum boðar sangarin frá í fráboðan á Twitter í dag:

Orsøkin er ikki at Sam Smith hevur ætlanir um at skifta kyn. Sam kennir seg bara sum hvørki av kynunum. Tey koma undir sokallaða bólkin, ið kenna seg inter-binær, tvíkynd, har samleiki teirra onkusvegna flýtir millum kynini, skrivar Danmarks Radio.

- Eftir at hava verið í stríð við kyn mítt alt mítt lív, havi eg avgjørt at góðtaka meg sjálvan, sum eg eri, bæði innan og uttan, skrivar Sam Smith í fráboðanini.

Sam Smith er 27 ára gamal og úr London. Gjørdist kendur longu um 20 ára aldur, tá fyrstu stakløgini vórðu givin út. Fyrsta fulla útgávan, ”In the Lonely Hour”, kom út í 2014, og í 2015 varð henda fløgan tilnevnd seks grammy’s. Sam Smith vann tær fýra: Besti nýggi sangari, ársins sangur (”Stay with me”), ársins fløga og ársins fløga innan ’pop vocal’.

Nýggjasta staklag Sam Smiths eitur How do You Sleep?:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder