Uttanlands

Samanbrestir millum ísraelar og palestinar

Rakettálop millum Ísrael og Gaza í nátt, og samnbrestir í Nablus í gjár

Roykur yvir Nablus eftir harðar samanbrestir í gjár (Mynd: EPA)

Roykur yvir Nablus eftir harðar samanbrestir í gjár (Mynd: EPA)

2023-02-23 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gaza, ið liggur við Miðjarðarhavið og er eitt av tættast bygdu økjunum í heiminum, var í nátt rakt av fleiri loftálopum úr Ísrael.

Tað upplýsir herurin í Ísreael fyri Reuters.

Sambært Ísrael vóru fleiri rakettir í gjár sendar móti Ísrael úr Gaza. Fimm av rakettunum vórðu skotnar niður av ísraelsku loftverjuni. Ein rakett rakti eitt oyði øki.

Hernaðarligi palestinski felagsskapurin Hamas, hevur havt valdið yvir tað mesta av Gaza síðan 2007. Islamiska Jihad rørslan er eisini virkin í økinum.

Í morgun eru ongi boð komin um, at nakar er komin til skaða av hendingunum.

Sambært ísraelska herinum vóru tað fólk frá islamiskum Jihad, sum í gjár vóru orsøk til ógvusligar samanbrestur í býnum Nablus á Vestara Áarbakka.

11 palestinar doyðu í bardøgunum og yvir hundrað fólk vórðu særd. Ongin doyði frá ísreelskari síðu, upplýsir ísraelska hervaldið.

Sambært Ísrael vóru ísraelskar herdeildir á eini uppgávu í Nablus, tá tað knappliga varð skotið eftir teimum. Talan var um herfólk frá islamiskum Jihad, verður sagt. Undir skotbardøgunum, har tað eisini hoyrdist spreingingar, doyðu tveir yvirmenn hjá islamiskum Jihad. Eisini fýra sivilfólk lótu lív, herundir ein 72 ára gamal maður og ein 14 ára gamal drongur.

Sambært heilsumálaráðnum hjá palestinska sjálvstýrinum doyði onkur eftir at hava andað eitrandi gass í seg. Heilsumyndugleikarnir hava eisini upplýst at yvir hundrað palestinar vórðu særdir.

Bæði Nablus og nærliggjandi býurin Jenin hava seinastu árini uppliva harðar samanbrestir millum ísreelar og palestinar.

Sambært Reuters hava 62 palestinar, bæði herfólk og sivil, latið lív í ár. Tíggju ísraelar og eitt ukrainskt ferðafólk hava sambært ísreelska ferðafólkamálaráðnum latið lív hetta sama tíðarskeiðið, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder