Uttanlands

Samanbrestir milum løgreglu og mótmælisfólk í Týsklandi

Um vikuskiftið hava týskarar verið á gøtunum at mótmæla koronutiltøkini í landinum, og týska løgreglan boðar frá, at 16 løgreglufólk vórðu særd í samanbrestunum

Mynd frá mótmælistiltaki í Frankfurt am Main 4. desember (Mynd: EPA)

Mynd frá mótmælistiltaki í Frankfurt am Main 4. desember (Mynd: EPA)

2021-12-13 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava fólk aftur verið á gøtunum og mótmælt koronutiltøkini í Týsklandi, og í hesum sambandi vóru samanbrestir millum løgreglufólk og mótmælisfólk í fleiri týskum býum, og vórðu tilsamans 16 løgreglufólk særd.

Eitt nú í býnum Greiz, har uml. 1000 mótmælisfólk vórðu savnað, vórðu 14 løgreglufólk særd. Mótmælisfólkini royndu at sleppa framvið løgregluni, og løgreglan svaraði aftur við piparspray.

Tvey av løgreglufólkunum vórðu mett sum óarbeiðsfør, og eitt annað var í stytri tíðarskeið innlagt á sjúkrahúsi, skrivar Ritzau.

Í sambandi við mótmælunum í hesum býnum hevur løgreglan skrásett 44 revsimál, umframt 47 lógarbrot.

Í fleiri øðrum býum vórðu smærri mótmæli, sum vóru í stríð við galdandi koronureglur í Týsklandi. Eitt nú savnaðust fleiri, enn loyvt var, og vóru nógv, ið ikki brúktu munnbind ella hjálmglugga. Eisini vórðu bál og fýrverk tendrað, og hetta fekk løgregluna at svara aftur við piparspray og stavum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder