
Koronufarsóttin kostaði samfelagnum nógvar pengar og eisini ferðafólki, sum í eitt longri tíðarskeið skuldu taka og rinda fyri eina koronukanning við komu til Føroya.
Frá 1. oktober í 2020 til 31. august í 2021 var tað eitt krav at kanna seg, tá ein kom til landið, og hesa tíðina skuldu ferðafólkini sjálvi gjalda fyri kanningarnar, ið kostaðu millum 300 og 400 krónur.
Samanlagt rindaðu ferðafólk, sum komu til Føroya, 24 milliónir krónur fyri koronukanningar í hesum tíðarskeiðinum.
Hetta skrivar Kringvarpið í dag.
Áðrenn nevnda tíðarskeið og frá 16. desember og eina tíð fram rindaði landskassin fyri kornukanningar við landamørkini. Hetta kostaði landskassanum samanlagt 25 milliónir, skrivar Kringvarpið.
Harvið vórðu samanlagt næstan 50 milliónir krónur nýttar til hetta endamálið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald