Uttanlands

Samanlegging av íslendskum flogfeløgum

Innanríkisflúgvingin hevur ligið í einum felag fyri seg, men verður nú løgd saman við Icelandair

2021-03-11 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá 16. mars verða feløgini Icelandair og innanríkisfelagið hjá Icelandair Group, Air Iceland Connect, løgd saman í eitt felag.

Harvið verða innanríkisferðirnar nú marknaðarførdar og seldar á sama palli, sum uttanríkisferðirnar hjá íslendska tjóðarflogfelagnum.

Endamálið við samanleggingini er at tryggja eina burðardygga framtíð fyri innanríkisflogferðir í Íslandi og vestara partinum av norðurlondum, sigur felagið í tíðindaskrivi. Annað endamál er eisini at gera bygnaðin av felagnum sterkari og meira einfaldan.

Air Iceland Connect hevur staðið fyri flogferðunum úr Reykjavíkarflogvølli til Akureyrar, Egilsstaðir, Ísafjarðar og Vestmannaoyggjar umframt flúgvingini til Grønlands.

Bogi Nils Bogason, stjóri fyri Icelandair, sigur, at felagið við hesum vónar, at ferðafólk sum koma til Íslands við flogfelagnum úr Evropa og Norðuramerika í størri mun enn nú fara at brúka innanríkisruturnar til at ferðast innanlands í Íslandi eisini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder