Mangan hevur verið borið fram, at føroyska málið er ein av heilt stóru avbjóðingunum í mun til at fáa eina góða integratión.
Í Eystkommunu hava vinnulívið og kvøldskúlin kastað saman um eitt skeið í føroyskum fyri tilflytarar. Tað eru Fiskavirkið í Norðragøtu og Høvdavirkið í Leirvík, sum hava heitt á kvøldskúlan, og tey samskipað eitt skeið fyri áleið 25 tilflytarum, sum arbeiða í báðum fyritøkunum. Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari
Skeiðið verður liðugt á páskum, og tað er Rúni Bjarkhamar sum undirvísir. Hetta er fyrstu ferð, at kvøldskúlin bjóðar út eitt tílíkt skeið. Eysturkommuna vónar, at hetta fer at hjálpa tilflytarum við at integrera seg, bæði í virkjunum og í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald