Innanlands

Samanstoytur í gongugøtu

Stórur skaði á annan bilin, hóast óhappið hendi har tað vanliga ikki verður koyrt serliga skjótt

2024-06-17 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skaðin var rættiliga umfatandi, men fólkaskaðin ongin, tá tveir bilar rendu saman í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn.

Hetta er ein partur av sonevndu gongugøtuni, sum kortini er opin fyri ferðslu, men tað er ikki vanligt at so ógvusligir skaðar henda, tá bilar nerta við hvønn annan í hesum partinum av býnum.

Júst hvussu óhappið er hent, hava vit ikki fingi greiði á, tí vaktleiðarin á løgreglustøðini veit ikki annað, enn at talan er um eitt óhapp, har ein bilur rendi í ein annan, og at annar parturin var útlendingurin.

Sum sæst á myndunum, so hevur føroyski bilurin, fingið rættiliga stóran skaða framman, meðan hin útlendski bilurin, ein rættiliga nógv størri bilur, ikki hevur fingið so stóran skaða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder