Innanlands

Samanstoytur í Hoyvík

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa, men tíbetur var eingin fólkaskaði, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-29 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har tveir bilar, sum komu koyrandi ímóti hvørjum øðrum, rendu saman.

Tríggir persónar vóru í ferðsluóhappinum. Umframt bilførararnir var eitt barn eisini í eina bilinum.

Tíbetur var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, men materielli skaðin var stórur.

Av løgreglustøðini verður eisini upplýst, at seinasta náttin sum heild hevur verið stak friðarlig. Tó varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoynni. Blóðroynd er tikin av bilføraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder