Fleiri fólk eru saknað eftir at tvey farmaskip í dag rendu saman í Norðskjónum. Tað upplýsia týskir myndugleikar fyri AFP tíðindastovuni í morgun.
Skipini rendu saman 22 kilometrar í ein útsynning úr Helgoland o 31 kilometrar í ein landnyðring úr oynni Langeoog.
Sambært týsku bjargingartænastuni er stór leiting og bjarging sett í verk, skrivar Ritzau.
Talan er um tveir sokallaðar ‘bulk carriers’, sum eru rendir saman, skrivar Reuters.
Talan er um skipið Verity, sum er skrásett í Bretlandi og Polesie, ið er skrásett í Spania. Skipini eru ávikavist 91 og 190 metrar long.
Sambært Reuters er Verity sokkin, meðan øll manningin á 22 framvegis er umborð á Polesie.
Ein persónur er bjargaður úr sjónim, men fleiri onnur eru saknað, sambæt týsku bjargingartænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald