Innanlands

Samanstoytur í Vágatunlinum

Eitt ferðsluóhapp hendi í Vágatunlinum fyri góðum hálvum tíma síðani. Tveir bilar rendu saman, og fólkini sita enn í bilunum. Løgreglan heldur tó ikki, at talan er um álvarsligan fólkaskaða

Vágamegin fyri lítlari løtu síðani

Vágamegin fyri lítlari løtu síðani

2022-06-28 15:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 16:02: Vegurin er ruddaður, og ferðslan koyrir nú aftur

---

Vágatunnilin er í løtuni stongdur í báðum síðum, og tað verður hann næstu góðu løtuna. Løgreglan fekk 14:31 fráboðan um ferðsluóhapp í tunlinum. Tað var ein bilur sum koyrdi úr Vágum í Streymoynna sum rendi í reyvina á einum bilum frammanfyri.

Fólkini sita enn í bilinum, men løgreglan heldur ikki at talan er um álvarsligan fólkaskaða.

Enn er ógreitt nær tunnilin letur upp aftur. Væntandi verður farið í gongd hvørja løtu at fáa fólkini úr bilinum. Tað kann vera við at klippa bilarnar sundur ella upp á aðrar mátar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Sum skilst eru langar bíðirøðir í báðum endum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder