
Ferðslan er nógv tarnað í økinum við Brúnna um Streymin. Løgreglan fekk fyri einum hálvum tíma síðani fráboðan um eitt ferðsluóhapp eysturoyarmegin við frákoyringina við Norðskála.
John Martin Olsen, vaktleiðari á politistøðini, upplýsir fyri útvarpinum, at tveir ella tríggir bilar vóru í óhappinum, men enn er ikki greitt hvussu nógv fólk talan er um.
Sjúkrabilar, politi og sløkkiliðið eru á staðnum.
Onnur vegbreytin er opin, og ferðslan verður leidd ígjøgnum. Ferðslan er meira ella minni steðgað upp, skilst. Um fólk hava møguleika at fara ein annan veg, er hetta helst skjótari.
Ein sjúkrabilur er ávegis til Havnar á Landssjúkrahúsið, og vaktleiðarin heitir á bilførarar sum koyra á strekkinum um at halda av og lova honum framvið, so tað gongur so skjótt sum møguligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald