Innanlands

Sambandið er aftur størsti flokkur

Nýggj veljarakanning sum Blaðið Vikuskifti kunngerð í dag, gevur andstøðuflokkunum meiriluta, men Fólkaflokkurin er ikki longur størsti flokkur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-10 07:10 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum hevur størstu undirtøku millum veljararnar nú.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portal.fo mikudagin.

26,3 prosent av veljarunum siga seg fara at velja Sambandsflokkin nú. Tað er 6,3 prosentstig meira enn á løgtingsvalinum í desember 2022. Um hetta var valúrslitið, hevði Sambandsflokkurin gingið fram við tveimum tingsessum og fingið 9.

Fólkaflokkurin stendur til at fáa 25,2 prosent av atkvøðunum, sum gevur 8 tingsessir.

Teir báðir borgarligu flokkarnir fáa sostatt 17 tingsessir tilsamans, sum hevði verið nóg mikið til at skipa samgongu tveireinir, vísir veljarakanningin hjá Blaðnum Vikuskifti.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder