2022-03-28 19:47
Í hesum tíðum, har vesturheimurin hevur sett umfatandi revsitiltøk í verk fyri at isolera Russland orsakað av innrásini í Ukraina, hevur sambandið millum Russland og Kina ongantíð verið so gott sum nú.
Tað sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov sambært tíðindastovuni Reuters.
Kina tekur ikki undir við revsitiltøkunum, og ynskja tey í Kina at varðveita vanliga handilssamstarvið við Russland. Eisini nokta tey at fordøma russisku innrásina í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald