Uttanlands

Sambandið til Eysturgrønland batnar munandi

Royal Arctic Line keypir nýtt skip at sigla millum Reykjavík og Tasiilaq um summarið

(Mynd: KNR)

(Mynd: KNR)

2019-12-24 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendska skipafelagið Royal Arctic Line, RAL, hevur keypt eitt nýtt bingjuskip at sigla í fastari rutu millum Eysturgrønland og Ísland.

Tað skriva grønlendsku fjølmiðlarnir Sermitsiaq og KNR.

- Skipið skal í fyrstu atløgu sigla millum Reykjavík og Tasiilaq. Harvið batnar tænastan til Eysturstrondina munandi, skrivar RAL í tíðindaskrivi.

Í løtuni vitjar farmaskipið hjá RAL í Tasiilaq 10 ferðir um árið. Við einum skipið afturat, økjast vitjanirnar til 15.

Fyrr í ár fekk Royal Arctic Line 434 undirskriftir úr Tasiilaq við áheitan um at skipið vitjaði fleiri ferðir í summarhálvuni meðan siglandi er til býin.

Ætlanin er at nýggja skipið eisini skal brúkast til sigling á vesturstrondini ein part av árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder