Innanlands

Sambandið vil hava altjóða havgransking til Føroya

Sambandsflokkurin hevur umfatandi valskrá og langan valevnislista nú avloysarin fyri Edmund á fólkatingi skal finnast

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-13 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein altjóða havgranskingarstovnur í Føroyum, fíggjaður lutvíst úr danska statskassanum, er eitt av lyftunum, sum Sambandsflokkurin gevur, nú biðið verður um afturval til fólkatingið.

Nú Edmund Joensen hevur tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur, er spenningurin ikki bara um Sambandsflokkurin fær afturval, men eisini um hvør tað verður, sum fær undirtøkuna frá sambandsveljarunum.

Sambandsflokkurin stillar við ikki færri enn 17 fólkum til fólkatingsvalið. Harav er løgmaður sjálvur og báðir landsstýrismenninir hjá flokkinum, Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis og vinnumálum. Umframt øll sjey, sum sita á løgtingi fyri flokkin í løtuni.

Vil helst vera løgmaður

Sjálvur heldur Bárður á Steig Nielsen ikki tað vera undarligt at løgmaður stillar upp til fólkating.

- Vit kenna ikki framtíðina. Vit hava eitt løgtingsval fyri framman eisini og ongin veit hvussu støðan er tá. Týdningarmest er at okkara flokkur verður afturvaldur, og vit hava 17 góð umboð til veljaran at velja ímillum, segði Bárður á Steig Nielsen, á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin.

- Verður tað eg, ið fái flestar atkvøður, so fari eg ikki á fólkating so leingi eg eri løgmaður, og lat meg eisini sláa fast, at mín fremsta raðfesting er at kunna halda fram sum løgmaður eftir komandi løgtingsval eisini, segði Bárður á Steig Nielsen.

[object Object]

Útvikla – ikki avvikla

Hann brúkti tíðindafundin til at tosa heitt fyri ríkisfelagsskapinum og teimum úrslit, sum Sambandsflokkurin hevur fingið í hesum sambandi. Endamálið við fólkatingsarbeiðinum er framhaldandi at styrkja samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Valskránna hesaferð kalla tey “Vel tryggleika, vælferð og menning”.

- Vit vilja útvikla ríkisfelagsskapin heldur enn at avvikla hann, segði sambandsformaðurin og vísti á góð úrslit við semjusøkjandi politikki. Nýggjastu dømini eru CPR skrásetingin av føroyingum, sum ger tað munandi lættari hjá serliga lesandi og sjúklingum at ferðast í donskum skipanum, og so samstarvsráðið har stjórnirnar í Føroyum og Grønlandi nú leypandi fáa kunning um og innlit í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.

- Ting, ið fyrr ikki vórðu søgd bera nú til, staðfesti løgmaður.

Havgransking til Føroyar

Mest ítøkiliga lyftið frá Sambandsflokkinum er at arbeiða fyri at seta á stovn ein altjóða havgranskingarstovn fyri Norðuratlantshav á stovn í Føroyum.

Flokkurin vísir á, at skaffaðar eru longu 25,5 milliónir krónur til gransking í havinum kring okkum.

- Hesir pengar hava skaffa okkum nógva vitan og dátur um viðurskiftini viðvíkjandi ráki og øðrum, ikki bara í føroyskum sjógvi, men um stóran part av sjóøkinum í Norðuratlantshavi.

[object Object]Helgi Abrahamsen, Magnus Rasmussen, Jensia H. Kjærbæk og Sámal Hanne Lognberg (Mynd: Sverri Egholm)

- Okkara mál er at víðka hetta arbeiði og arbeiða fyri at fáa sett á stovn ein granskingarstovn at granska havøkini í ríkisfelagsskapinum við stuðli úr danska statskassanum. Vit vilja hava stovnin at vera í Føroyum, tí vit hava dáturnar her, men vit vilja eisini, at virkisøkið verður víðkað til onnur øki eisini, so at vit kunnu draga altjóða havgranskarar til henda stovnin, so at vit eisini kunnu finna altjóða fígging frá øðrum londum, segði Bárður á Steig Nielsen.

- Júst hvussu hesin stovnur skal skipast – um hann skal vera ein partur av Havstovuni ella vera ein sjálvstøður stovnur ella okkurt triðja, veit eg ikki enn. Tað ber til at finna útav, segði Bárður á Steig Nielsen.

Valskráin hjá Sambandsflokkinum er drigv, og snýr seg umframt altjóða viðurskifti, har eitt af lyftunum er at seta ein føroyskan ambassadør fyri Arktis, eisini um tryggan búskap (“Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum góða rating og harvið lagaliga rentu”), heilsupolitikk, útbúgvingar, løgreglu og mentanarpolitikk.

[object Object]

60/40-javnstøða

Við sjey kvinnum av 17 á listanum, heldur Sambandsflokkurin seg innan fyri ætlaða málið viðvíkjandi javnstøðu, sum sigur 60/40. Bárður á Steig Nielsen takkaði einum arbeiðsbólki, sum serliga hevur arbeitt fyri at fáa kvinnur at stilla upp, tí tað í ár hevur verið munandi lættari at fáa kvinnur á listanum.

Tey, ið bjóða seg fram fyri Sambandsflokkin eru: Anna Falkenberg, Bárður á Steig Nielsen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Frimodt Rasmussen, Hanna Ovadóttir, Haraldur Símunarson Hammer, Helgi Abrahamsen, Jaspur Langgaard, Jensia Højgaard Kjærbæk, Johan Dahl, Kaj Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen, Petrina Berg á Lag, Rósa Samuelsen og Sámal Hanne Lognberg. 

[object Object]Jensia H. Kjærbæk, Sámal Hanne Lognberg, Haraldur S. Hammer, Anna Falkenberg, Hanna Ovadóttir og Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder