
Enn einaferð verður Sambandsflokkurin útnevndur sum stóri taparin í einari Spyr.fo veljarakanning. Hesaferð er tað ein kanning, sum Sosialurin kunngerð í blaðnum hesa vikuna.
Í kanningini sum er gjørd fríggjadagin, hevur Sambandsflokkurin eina afturgongd upp á 7 prosent stig í mun til valið í 2019. Tað gevur fimm tingsessir í mun til sjey í dag.
Hetta er sama tal av tingsessum, sum kanninginum í Blaðnum Vikuskifti fyri einum mánaða síðani gav Sambandsflokkinum.
Enn einaferð er tað Javnaðarflokkurin, sum hevði fingið at eitt val, um Føroya fólk skuldu atkvøtt í dag.
Sambært kanningini fær flokkurin 30,5 prosent av atkvøðunum og gongur 8,3 prosent stig fram í mun til løgtingsvalið í 2019. Javnaðarflokkurin hevði fingið tíggju tingsessir um val var í dag.
Tjóðveldi stendur í stað, og teir báðir smáu flokkarnir Framsókn og Miðflokkurin ganga fram í prosentum, men halda fast við teir báðar tingessirnar, flokkarnir hava.
Sjálvstýri hevði ikki komið inn um tinggáttina, sambært kanningini, sum er kunngjørd í Sosialinum.
Samgongan hevði sostatt mist meirilutan í tinginum, og hevði bara fingið 15 tingsessir.
Spyr.fo-kanning 17. september 2021
Fólkaflokkurin 22,6 prosent, 8 tinglimir (8 tinglimir í dag)
Sambandsflokkurin 13,3 prosent, 5 tinglimir (7 tinglimir í dag)
Javnaðarflokkurin 30,5 prosent, 10 tinglimir (7 tinglimir í dag)
Sjálvstýri 1,7 prosent, 0 tinglimir (1 tinglim í dag)
Tjóðveldi 18,1 prosent, 6 tinglimir (6 tinglimir í dag)
Framsókn 7,0 prosent, 2 tinglimir (2 tinglimir í dag)
Miðflokkurin 6,8 prosent, 2 tinglimir (2 tinglimir í dag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald