Innanlands

Sambandsflokkurin er ov illa umboðaður av kvinnum

Setur nú arbeiðsbólk at fáa fleiri kvinnur uppí

Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen, tingkvinnur hjá Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen, tingkvinnur hjá Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-08 11:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsnevndin í Sambandsflokkinum hevur tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk, sum fær til endamáls at fáa fleiri kvinnur at vera aktivar í politikki. Arbeiðsbólkurin hevur fingið heitið: “Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin”.

Sambandsflokkurin staðfestir, at flokkurin er alt ov illani umboðaður av kvinnum.

Arbeiðsbólkurin skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur í Sambandsflokkin, og skipa fyri tiltøkum, í samstarvi við lokalu veljarafeløgini, við tí endamáli at tekkja kvinnum at flokkinum.

Hetta er arbeiðssetningurin:
- At tryggja, at jøvn umboðan verður á uppstillingarlistum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtings- og fólkatingsval.
- At skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í Sambandsflokkinum.
- At skipa fyri tiltøkum, har kvinnur fáa møguleika at seta dám á politikkin hjá Sambandsflokkinum, og somuleiðis kenna seg tryggar í Sambandsfloksins sosial-liberalu stevnuskrá.

Arbeiðsbólkurin er samansettur av átta kvinnum, umframt einum skrivara.

Arbeiðsbólkurin hevur tilvísing til forkvinnuna í Starvsnevndini Rósu Samuelsen.

Umboðini eru hesi: Maud Poulsen, Demokratia, Anna Falkenberg, Eyðdis Hartmann Niclasen, Hanna Ovadóttir, Marin Hentze Gaardlykke, Petrina Berg á Lag og Sunrid Traðará. Linnéa L. Petersen er skrivari í arbeiðsbólkinum.

- Eg meti tað vera umráðandi, at vit sum flokkur gera alt fyri, at bæði kyn eru eins væl umboðað í politikki. Eg gleði meg til at fara í holt við arbeiðið, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í starvsnevndini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder