Innanlands

Sambandsflokkurin hevur landsfund leygardagin

Gestarøðari í ár er Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður

2024-03-13 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 16. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Hotel Hafnia í Tórshavn. Byrjað verður klokkan 08.30.

Meira enn eitt ár er nú liðið síðan nýggj samgonga tók við landsins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur víst seg sum ein konstruktivan mót- og viðspælara hjá verandi samgongu, og brúkar nú eisini tíðina til at fyrireika seg til eitt komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna fyri landsfundin.

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

[object Object]Troels Lund Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Gestarøðari í ár verður Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra. Troels Lund Poulsen er eisini danskur verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri.

Á skránni verður framløga um “At reka fyritøku á altjóða marknaðinum”, við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Eisini prát millum Troels Lund Poulsen, Bárð á Steig Nielsen og Onnu Falkenberg, har evnið verður: “Ríkisfelagsskapurin í einum ótryggum heimi”.

Harafturat verður prát um “Kommunuvalið 2024 og kommunalar avbjóðingar” millum Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, Erhard Joensen, løgtingsmann og Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Eftir landsfundin verður arsveitsla.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder