- Tað er ikki tí at vit miðvíst fríggja til javnaðin, nei. Hetta er fyri at vísa, at Sambandsflokkurin eisini er ein sosialliberalur flokkur, eins og hann altíð hevur verið.
Soleiðis segði formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, tá hann varð spurdur um nýggja reyða litin, sum er farin at síggjast á lýsingarherferðini hjá Sambandsflokkinum.
Í dag legði Sambandsflokkurin, sum hin seinasti av teimum stóru flokkunum, fram sína valskrá, her her framgekk reyði liturin eisini. Hann var bakgrund har flokkurin greiddi frá sínum – ofta kostnarkrevjandi – ætlanum á sosialliberala økinum, meðan vanligi blái sambandsliturin merkti ætlanirnar innan vinnulívið, ríkisfelagsskapin og øll hini málini, sum flokkurin vísti á.
Samfelag í serflokki
Sambandsflokkurin sigur seg hyggja 10 ár fram í tíðina, og málsetningurin fyri landið er, at í 2030 skulu Føroyar vera eitt samfelag í serflokki. Um tíggju ár skulu føroyar vera grønari, øll skulu hava búskap, vinnan vera kappingarfør, samfelagið er talgildisliga og tøkniliga ment og ríkisfelagsskapurin er moderniseraður, sambært Sambandaflokkinum.
Flokkurin hevur sett fram tríggjar ferðir trý fokusøki. Innan vælferðina er tað felagsskapur, frælsi og trivnaður, innan búskaparmenningina er tað burðardyggur vøkstur, inntøkuskapan og langtíðarhaldføri og innan altjóða samstarv er tað heimsmálini, altjóða sendistovukervið og ríkisfelagsskapurin.
Afturat hesum hevur flokkurin listað upp tíggju sosialliberal mál fyri komandi tingsetu – fimm á teirri reyðu síðuni, tað er hon sum kostar, og fimm á teirri bláu síðuni, sum er hon, ið skal fíggja kostnaðinum.
Tey sosialu málini er ein dagføring og menning av heilsuverkinum, styrking av almannaverkinum, styrking og menning av útbúgvingarverkinum, fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum og raðfestingar á mentanar- og ítróttarøkinum.
Tey liberalu málini eru javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, burðardyggur vøkstur, meirvirking av fiskitilfeinginum, innovasjón í fiski- og alivinnuni og altjóða samstarv og menning.
Viðgerð innan 30 dagar
Viðgerðartrygdin er eitt av høvuðsmálunum hjá Sambandsflokkinum til valið hesaferð. Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð, ljóðar vallyftið hjá flokkinum.
- Vit vita ikki hvat eitt slíkt lyfti kostar – læknafelagið hevur sagt 30 milliónir. Men vit eru sinnað at rinda minst 30 milliónir um árið fyri at betra umviðgerðartrygdina. Nakað kemur jú aftur við tað at vit stytta um sjúkratíðina hjá tí einstaka, sum skjótari kemur aftur á arbeiðsmarknaðin fyri ikki at gloyma tann betraða lívskvalitetin, segði Bárður á Steig Nielsen.
Onnur kostnaðarkrevjandi sosialliberal lyfti frá sambandsflokkinum er, at grundupphæddin hjá pensjónistum skal hækkast við 580 krónum og at barnafrádrátturin skal hækkast við 2.000 krónum fyri hvørt barnið, hetta fyri at tryggja bæði ungum og eldri betri fíggjarligt rásarúm.
Eitt annað tiltak, ið kanska kostar, kanska ikki er at avtaka mótrokningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.
- Samfelagið hevur brúk fyri øllum, sum kunnu taka eina hond, og tað er ikki rætt at revsa pensjónistar, sum gjarna vilja halda fram við at arbeiða. Í síðsta enda kann tað kanska eisini vísa seg at vera ein fíggjarligur fyrimunur fyri samfelagið, tí meira kemur inn í skatti, enn hvat mista mótrokningin kostar, segði sambandsformaðurin.
Sambandsflokkurin lovar ikki skattalætta. Heldur ikki til tey lægst løntu.
- Ikki tí vit ikki vilja geva teimum lægstløntu ein skattalætta, men við núverandi skipan, so vilja tað vera kommunurnar, sum koma at fíggja eitt slíkt lyfti, og Sambandsflokkurin er ikki sinnaður at koma við lyftum, sum onnur skulu gjalda fyri. Vit vilja sjálvi finna fíggingina fyri vallyftini, vit koma við, segði Bárður á Steig Nielsen.
Meira gagn av ríkisfelagsskapinum
Ríkisfelagsskapurin er ein av hornasteinunum í politikkinum hjá Sambandsflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen gjørdi greitt, at flokkur hansara ikki á nakran hátt fer í eina samgongu eftir valið, sum ger seg inn á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Í staðin vil Sambandsflokkurin nýmótansgera ríkisfelagsskapin so at føroyingar fáa størri gagn av samstarvinum, milllum anna við at fáa betri marknaðaratgongd til ES og aðrar marknaðir, við at gagnnýta danska sendistovunetið kring heimin.
CPR-nummar til allar føroyingar er eisini eitt lyfti frá flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald