Mentan

Sambinding um pensjónsskipan á Býarbókasavninum

Reyði Krossur skipar fyri integratiónskvøldum við ymsum evnum á skránni

2019-01-28 09:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.

Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at geva innføddum og tilfluttum føroyingum høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt kunnu vit fáa eina betri integratión, sum vit øll ynskja.

Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar.

Umframt málskeið er hvørja ferð ein framløga á skránni um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri fólk, ið eru flutt til Føroya.

Í annaðkvøld kunnar Jan Otto S. Holm, fíggjarserfrøðingur, um okkara pensjónsskipan við serligum atliti at pensjónum fyri fólk, ið eru flutt til Føroya. Eisini verður høvi at seta spurningar um evnið.

Skráin fyri várið 2019 sær annars soleiðis út:
Týskvøldið 29. januar – um pensjónsskipanina.
Týskvøldið 26. februar – um arbeiðsloysisskipanina
Týskvøldið 26. mars – um útbúgvingarmøguleikar
Týskvøldið 30. apríl – um statsborgaraskap
Týskvøldið 28. mai – evnið er ikki avgjørt enn.
Týskvøldið 18. juni – tá fara vit gongutúr í Havn við staðkendum ferðaleiðara.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder