Í kvøld verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.
Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at skapa eitt høvi hjá geva føroyingum, innføddum og tilfluttum, høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt vónar Reyði Krossur at betra um integratiónina.
Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Málundirvísingin er undan sjálvum sambindingartiltakinum.
Umframt málskeið er ein framløga á skránni um eitt evni, ið er viðkomandi fyri fólk, sum eru flutt til Føroya. Í kvøld kunnar Deirdre Hansen, lestrarvegleiðari, um møguleikar fyri tilflytarar innan útbúgvingarskipanina í Føroyum. Eftir framløguna verður høvi at seta Deirdre spurningar um evnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald