
Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð einmælt samtykt lógaruppskotið hjá landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at byggja sambýlið til fólk við menningartarni, ið verður bygt á Mýrini í Hoyvík. Tilboðini uppá jørðarbeiðið koma inn fríggjadagin, og klárt verður at fara undir jørðarbeiði beinanvegin.
Arbeitt verður samstundis við at gera høvuðsprosjektið liðugt. Arbeiðið at byggja nýggja sambýlið verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir at byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober í næsta ár.
Almannamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald