Innanlands

Sambýlið á Mýruni reist

Ætlanin er, at heimið, ið er ætlað 18 búfólkum, skal standa liðugt fyrst í 2023

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-03-26 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð sambýlið á Mýruni, ið er sambýli fyri menningartarni, reist.

Sp/f ÁTS er høvuðsarbeiðstakari í byggingini, og arbeiði hevur gingið væl, skrivar Landsverk. Ætlanin er, at heimið skal standa liðugt fyrst í 2023.

Sambýlið á Mýruni er eitt sambýli, ið er ætlað 18 búfólkum – 12 búfólk í niðaru hæddini og seks búfólk  í ovaru hæddini.

Tilknýtt hvørjari av hesum eindunum skal vera køkur/stova, og triðja eindin skal fevna um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan.

Umframt búeindirnar fevnir sambýlið um felags fasilitetir, eitt nú starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder