Mikudagin var móttøka á Sambýlinum oman Hoydalar í samband við, at 25 ár eru liðin, síðani sambýlið varð tikið í nýtslu.
Nógv fólk var komið saman at hátíðarhalda dagin. Røður og tónleikur vóru á skránni
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu. Í røðu sínari vísti borgarstjórin á, at nógv er hent á eldraøkinum, síðani kommunan yvirtók økið frá landinum í 2015. Fleiri búpláss eru komin og eisini arbeiðir kommunan við at byggja nýtt røktarheim.
Borgarstjórin vísti eisini á, at tað ikki bara er á eldraøkinum, at nógv er hent seinastu árini. Tí hesi 25 árini, síðani Eldrasambýlið oman Hoydalar lat upp, hava Tórshavnar kommuna og Hoyvíkin verið í stórari menning. Í mars 1999 búðu 2117 fólk í Hoyvík. Í dag er Hoyvík triðstørsti býur í landinum við 4647 íbúgvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald