Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu í kvøld var full semja millum allar flokkar um eina tilgongd viðvíkjandi Brennistøðini.
Semja er um at seta ein arbeiðsbólk við uttanhýsis serkønum innan fíggjarviðurskifti, verkfrøði og orku/umhvørvi at lýsa fíggjarligu fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð, ella um vit framhaldandi skulu hava tvær brennistøðir.
Kannast skal eisini, hvørjir orku- og umhvørvisligir fyrimunir og vansar eru við einari ella tveimum brennistøðum.
Arbeiðsbólkurin skal gera eina búskaparliga frágreiðing og greining av, hvussu framtíðin sær út í Tórshavnar kommunu við atliti at brenning, burturbeining og framtíðar skiljing av ruski, tá vit skulu verða meira burðardygg á tí grønu leiðini. Somuleiðis verður at kanna, hvat tað kostar at byggja nýggjan ovn afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla.
Arbeiðsbólkurin skal eisini gera eina tørvsmetning av, hvat ið krevst av plássi, stødd á brennistøð og hvørjir matrikklar á Hjalla eru tøkir til møguligt økt virksemi á økinum eitt nú høll til at skilja, brennistøð o.a.
Politiskur fylgibólkur umboðandi allar flokkar í býráðnum verður settur til at fylgja arbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald