Frágreiðingin “Mapping Public Opinion in The Faroe Islands on Security and Foreign Affairs” er nú tøk.
Talan er um eina kanning um hugburð føroyinga til uttanríkis- og trygdarpolitikk. Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgdina av kanningini. Hon vísir millum annað, at føroyingar eru rættiliga samdir um at stuðla Ukraina og NATO, men at veljarafjøldin í Føroyum er ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland.
Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.
Kanningin vísir greitt, hvussu føroyingar hava tað í mun til Ukraina, og hvussu Landsstýrið hevur handfarið hetta.
- Ein meiriluti av føroyingum tekur undir við átøkunum hjá Føroya Landsstýri í sambandi við kríggið í Ukraina. Bæði tá talan er um at fordøma russiska álopskríggið alment, senda pengar til Ukraina, taka ímóti ukrainskum flóttafólki og avmarka atgongd hjá russiskum skipum til føroyskar havnir.
Hóast hetta - og hóast stóran stuðul til NATO sum heild - so er føroyska veljarafjøldin ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland.
Til ber at lesa meira meira um úrsltiini HER
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóðuri.
Kanningin varð gjørd í mai 2024, og vóru úrslitini løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini seinast í mai. Nøkur av høvuðsúrslitunum eru nú savnað í hesi frágreiðing.
Hetta er onnur kanningin um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti hjá Søgu- og samfelagsdeildini.
- Nýggja kanningin vísir, at føroyski veljarin í størri mun stuðlar føroyskum samstarvi við NATO og vesturheimin í 2024 samanborið við 2021. Samstundis halda færri, at Føroyar skulu vera neutralar ella uttanveltaðar í uttanríkis- og trygdarpolitiskum viðurskiftum. Kortini vísir kanningin eisini, at bara helvtin av føroyingum stuðlar hernaðarvenjingum og øðrum hernaðarligum virksemi í føroyskum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald