placeholder
Uttanlands

Sameindu Arabisku Emiratini seta boykottið ímóti Ísrael úr gildi

Harvið verður latið upp fyri handilsavtalum millum londini.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-29 19:53 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Sameindu Arabisku Emiratini seta boykottið ímóti Ísrael úr gildi, og letur harvið upp fyri handilsavtalum millum londini. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Hetta er enn eitt stig á leiðini til, at normalisera viðurskiftini millum londini.

Londini søgdu 13. august, at tey ynsktu at normalisera viðurskiftini millum londini við einari avtalu, ið amerikanski forsetin Donald Trump var við til at fáa í lag.

Forsetin í Emiratinum, Khalifa bin Zayed Al Nahyan, kom við einari fráboðan um, at seta boykotti úr gildi, soleiðis at Sameindu Emiratini kunnu víðka um diplomatisku og handilsligi viðurskiftini við Ísrael.

Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Gabi Ashkenazi sigur, at Sameindu Emiratini hava tikið eitt týdningarmikið stig á leiðini móti friði, ið vil føra til búskaparlig og handilslig úrslit fyri fólki í báðum londunum, samstundis sum stabiliteturin í økinum verður styrktur.

Mánadagin verður fyrsta vinnuliga flúgvingin millum londini, tá eitt flogfar frá El Al Israel Airlines skal flúgva úr Tel Aviv til høvuðsstaðin í Emiratinum, Abu Dhabi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder