
Felagsskapurin LGBT+ Føroyar fegnast nú um at borgararuppskotið um faðirskap kemur á skrá í danska fólkatinginum.
Eftir fáar dagar hava fleiri enn 80.500 skrivað undir borgarauppskotið um at viðkenna samfaðirskap. Tað er gleðiligt, at hetta kemur á skrá í Fólkatinginum, tí tað er neyðugt eisini at javnseta samkyndar pápar og teirra børn, sigur LGBT+ Føroyar á Facebook í dag.
Skipanin í Danmark er soleiðis, at fær eitt borgarauppskot fleiri enn 50.000 undirskriftir, kemur tað fyri Fólkatingið.
Tá málið um sammóðir varð samtykt í Løgtinginum fyri jól, elvdi tað til mikið rok í samgonguni og í ávísum flokkum. Líkt er til, at málið um samfarðirskap eisini fer at skapa rok í politisku skipanini. Í øllum førum er okkurt sum bendir á, at hetta verður eitt av tí, sum felagsskapurin LGBT fer at arbeiða fyri næstu tíðina.
- LGBT+ Føroyar fer at fylgja hesum uppskotinum og viðgerðini neyvt, soleiðis at vit eisini her heima kunnu fáa hetta á politisku dagsskránna, sigur felagsskapurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald