Innanlands

Samfelagsbúskapurin kom væl ígjøgnum 2021

Hóast korona framvegis spøkir og órógvar samfelagið, so benda nýggjastu hagtølini á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin rættiliga væl ígjøgnum seinastu tvey árini, skrivar Vinnuhúsið

Hóast ferðavinnan í 2020 varð hart rakt av koronustøðuni, vaks ferðafólkatalið umvegis Vága floghavn við 33 prosent árið eftir (Savnsmynd)

Hóast ferðavinnan í 2020 varð hart rakt av koronustøðuni, vaks ferðafólkatalið umvegis Vága floghavn við 33 prosent árið eftir (Savnsmynd)

2022-01-17 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggjastu hagtølini benda á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin rættiliga væl ígjøgnum seinastu tvey árini við koronu.

Tað skrivar Vinnuhúsið, sum m.a. vísir á, at inntøkurnar ongantíð hava verið størri, enn tær vóru í fjør, og at ferðafólkatalið vaks aftur.

Í fjør vórðu fluttar tilsamans 12,7 milliardir krónur í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina – góð tvey prosent meira enn í 2020 og fimm prosent meira enn í 2019. Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var eisini góð tvey prosent hægri í 2021 enn í 2020.

239.000 ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin í Vágum í fjør, ið er 33 prosent fleiri enn árið fyri, tá talið var 180.000.

Tað var bert í fyrsta ársfjórðingi í 2021, at ferðafólkatalið um flogvøllin var lægri enn í 2020. Allar hinar mánaðirnar hevur ferðafólkatalið verið hægri enn í 2020.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder