Í døgunum 6. til 10. november hevur brøðrasamkoman samfelagsstevnu í Havn.
Evnið fyri samfelagsstevnuna í ár er ”Kristus í mær” og er úr Galatiabrævinum 2.20: “Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.”
Endamálið við stevnuni er at vísa á Jesus Kristus, sum elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum og at minna hvønn annan á, at Kristus livir í hvørjum einstøkum, sum hevur tikið ímóti Honum.
Á stevnuni vera bæði yngri og eldri talarar úr ymsum pørtum av landinum. Góður felagssangur verður, og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer, Fljóðljóð o.o. syngja.
Byrjað verður í kvøld við bønamøti í Ebenezer. Um vikuskiftið verða møtini í Høllini á Hálsi.
Stevnan er fyri øll. Bæði tey, sum eru von at ganga á møti og tey, sum ikki eru von at ganga á møti. Deyvatulking er á møtunum í vikuskiftinum, og tá verða møtini eisini stroymd.
Meira kunning á ebenezer.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald