Innanlands

Samferðslan tarnað av ringa veðrinum

Smyril og Teistin avlýst túrar í kvøld

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2021-02-13 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan boðar í kvøld frá avlýsingum á fleiri oyggjaleiðum. Hetta orsakað av nógva vindinum.

Smyril siglir ikki túrarnar kl. 18:30 av Krambatanga og kl. 21:15 úr Havn.

Sandoyarleiðin er eisini tarnað av ringa veðrinum í dag.  Síðsti túrur millum Skopun og Gomlurætt varð úr Skpun klokkan 18:35 og av Gomlurætt klokan 20. Túrurin út í Hest er verður ikki sigldur í kvøld.

Erla Kongsdóttir sum siglir millum Havnina og Nólsoy hevur avmarkaða sigling. Bara tveir túrar eru gjørdir aftur og fram í dag, og tað sama verður í morgin.

Strandferðslan boðar frá, at roknast kann við seinkingum, broytingum og avlýsingum á øllum oyggja og bygdaleiðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder