Sambært nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin, hevði samgongan bara fingið 43,3 prosent av atkvøðunum og høvdu mist fýra tingsessir og harvið meirilutan á tingi.
Andstøðan hevði fingið 54,6 prosent av atkvøðunum og 19 tingsessir. Fólkaflokkurin gongur tríggjar tingsessir fram í mun til valið í 2022, og hevði fingið 25,6 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin hevði fingið 23,3 prosent av atkvøðunum og átta tingsessir. Tað er 3,3 prosentstig meira enn á valinum seinast og flokkurin gongur ein tingsess fram.
Sostatt kundu stóru andstøðuflokkarnir sjálvir skipað samgongu, um val var í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald