
Síðani málið um sammóður varð samtykt í vikuni undan jólum, hevur ivamál verið um, um stev kann finnast aftur í samgonguni.
Nú er so staðfest, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fara at halda áfram.
Hetta kom fram í Útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum klokkan 16, har Bárður á Steig Nielsen millum annað segði, at samgonguskeiðið er fýra ár, at nógv mál higartil eru framd, og at fleiri umráðandi mál eru eftir, sum samgongan vil fáa ígjøgnum.
Løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum vildi ikki koma nærri inn á nakrar av spenningunum, ið høvdu verið, og hvussu tær eru/verða loystar, men orðaði seg á tann hátt at nøkur viðurskifti eru komin uppá pláss hesar seinastu dagarnar.
Eisini segði Bárður á Steig Nielsen, at Johan Dahl framvegis er partur av Sambandsflokkinum, hóast hann ikki er partur av samgonguni sjálvur. Hann hevur verið loyalur og væntast kann, at hann fer at stuðla øllum uppskotunum hjá samgonguni, sigur løgmaður. Harvið verður talan um minnilutasamgongu, men stór mál, ið er ávegis - so sum gongd í haga, foreldramyndugleiki (pápar) og integratiónslógin - kunnu vænast at verða gjøgnumførd.
Dagført 16.23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald