Úrslitið av seinna og avgerðandi valumfarinum á franska tjóðartingsvalinum í gjár, er nú almannakunngjørt av franska innlendismálaráðnum.
Greitt er, at samgongan hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, Ensemble, fær 245 umboð og harvið missir meirilutan, skrivar DR.
Tilsamans eru 577 sessir í tinginum.
Flokkurin hjá Marine Le Pen, ið stillaði upp ímóti Macron á forsetavalinum fyrr í ár, Rassemblement national, fekk 89 umboð í tinginum, og er talið á umboðum hjá flokkinum sostatt meira enn tíggjufaldað.
Samgongan hjá Macron er framvegis størri enn nakar annar flokkur í tinginum, men kortini fær valúrslitið framvegis stórar avleiðingar fyri stjórn hansara, har tríggir ráðharrar høvdu lovað at lagt frá sær, um teir ikki vunnu sessir í tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald