Innanlands

Samgonguflokkarnir fara at gera eina roynd afturat

Hóast frávik frá samgonguskjalinum, álitisbrot, óvanligar politiskar telvingar og útsagnir sum, at um málið sammóður fór ígjøgnum, so var eingin samgonga, so eru flokkarnir, sambært løgmanni, sinnaðir at halda fram. Vágaportalurin skrivar, at partarnir hittast helst millum jól og nýggjár

Tað eru tveir møguleikar, staðfestir løgmaður aftur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru tveir møguleikar, staðfestir løgmaður aftur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-21 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava tosað saman í telefon, og allir flokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen í styttri viðmerking við Vágaportalin seinnapartin.

Eftir óvanliga dramtiska dagin í tinginum og alt rundanum tað í gjár, hevur stórt ivamál verið um, hvørt samgongan kann halda fram ella ikki. Hetta er komið fram í úttalilsum hjá tinglimum. Flokkar skýra hvønn annan at hava framt álitisbrot, og eisini innanhýsis í serliga Fólkaflokkinum er rumbul.

Tó verður nú hugsavna seg um at hyggja frameftir, og at royna at finna útav um grundarlag er fyri at halda fram, sigur løgmaður við vp.fo.

- Tað eru tveir møguleikar, antin koma vit aftur á beint og halda fram við at fremja tað sum vit hava sett okkum fyri. Ella koma vit til tað niðurstøðu, at skaðin, sum er hendur, er ov stórur, og so ber ikki til. Men tað sum vit fyribils eru samdir um er, at vit skulu gera eina roynd afturat

Fundur verður helst millum samgonguflokkarnar millum jól og nýggjár. Johan Dahl hevur gjørt greitt, at hann ynskir ikki at vera í samgonguni, so leingi sum Jenis av Rana er tað

Eingin av hinum flokkunum ynskir at koma upp í samgonguna - allir mæla staðiiga til nýval. Hetta tykist tó ikki at vera heilt frammaliga í huganum hjá samgonguni - í øllum førum ikki enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder