Innanlands

Samgonguformenninir fundast víðari í dag

Greidleiki skal finnast á ymsum viðurskiftum áðrenn fundast verður víðari, sigur løgmaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-29 07:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tríggjar tímar fundaðust teir tríggir formenninir í samgonguflokkunum í gjár, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana.

Fundast var um politisku støðuna, sum hevur verið spent síðani málið um sammøður varð samtykt fyri jól. Tað eru nøkur viðurskifti sum greiða skal fáast á áðrenn funast verður víðari í dag.

- Vit hava viðgjørt hvat skal berast fram á mál tað komandi tíðina, um vit skulu halda fram í samgongu á, og tað eru so tey viðurskiftini vit skulu hava greidleika á, áðren vit kunnu siga um vit eru berandi ella ikki, segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, við Kringvarpið eftir fundin.

Løgmaður vildi kortini ikki siga hvørji hesi viðurskiftini eru. Hann legði dent á, at samgongan ikki er farin frá, og hevur ikki ein meiriluta ímóti sær.

- Samgongan er ikki farin frá. Landssstýrið er nakað skert, men samgongan er virkisfør. Vit hava avgreitt tey málini, vit skuldu ti jóla, fíggjarlógin bleiv samtykt og so víðari. Og vit kunnu staðfesta at vit ikki hava nakran meiriluta í móti okkum, segði Bárður á Steig Nielsen.

Fundur verður aftur klokkan hálvgun tvey í seinnapartin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder