Seinnapartin í morgin hittast formenninir í teimum trimum samgonguflokkunum – Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum – fyri at fáa greiðu á politisku støðuna.
Útvarpið veit í dag at siga, at Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, og Jenis av Rana hittast í morgin fyri fyrstu ferð, síðan stutta og hendingaríka tingfundin fyri júst einari viku síðani, tá málini um sammøður vórðu samtykt við triðju viðgerð. Tað vóru hesi málini, sum elvdu til trupulleikar í samgonguni, bæði millum flokkarnar og innanhýsis í flokkunum.
Sambært avtaluni millum samgonguflokkarnar, skal samgongan atkvøða samlað um andstøðuuppskot, men til 3. viðgerð atkvøddu trý tingfólk hjá samgonguni fyri, og eitt tingfólk atkvøddi blankt.
Talan var um Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum, og Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum. Rósa Samuelsen, eisini úr Sambandsflokkinum, atkvøddi blankt.
Annika Olsen og Jóhan Dahl atkvøddu eisini fyri uppskotunum til 2. viðgerð, og fyri at forða fyri, at uppskotini vórðu endaliga samtykt, søgdu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard landsstýrisssessin frá sær mánadagin, so tey kundu taka sæti á tingi aftur fyri Anniku Olsen og Brandur Sandoy. Men Annika Olsen slapp inn aftur á ting fyri Heðin Zachariassen, sum valdi at fara í farloyvi.
Eftir at Fólkaflokkurin hevði boðað frá, at tvey landsstýrisfólk hjá flokkinum fóru at taka sæti á tingi aftur, boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum frá, at tinglimir í Sambandandsflokkinum kundu atkvøða eftir egnari sannføring í málinum.
Eftir seinasta tingfund eru partarnir komnir við nógvum útsøgnum um støðuna. Miðflokkurin segði m.a. mánadagin, at hann helt tað, sum fór fram á tingfundinum vera so mikið stórt álitisbrot, at hann ivaist í, um samgongan kundi halda fram, og áttu partarnir at hittast at umrøða, um grundarlag var fyri at halda fram við samstarvinum. Jóhan Dahl hevur eisini boðað frá, at hann ikki vil vera partur av samgonguni, so leingi sum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er við.
Løgmaður segði í vikuni, at hann fór at geva flokkunum nakrar dagar, og síðani fóru teir at práta saman um framtíðina hjá samgonguni eftir jól. Eisini gjørdi hann greitt undan fundinum, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard ikki sleppa aftur í landsstýrið, og røkir hann í løtuni almannamál og fiskivinnumál. Týsdagin segði løgmaður við Vágaportalin, at flokkarnir vóru sinnaðir at gera eina roynd at finna stevið aftur.
Sámal Petur í Grund, formaður hjá Sjálvstýri, sigur, at flokkurin er sinnaður at fara uppí samgonguna, um verandi samgongusamstarvið heldur fram.
Eftir ætlan skulu formenninir í samgonguni hittast í morgin klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald