Innanlands

Samgongulimur: Heimildin skuldi brúkast í neyðstøðu - tað er ikki støðan í hesum døgum

Brandur Sandoy fer ikki aftur at vera við til, at geva landsstýrinum heimild at stongja matstovur. Heimildin skuldi brúkast um ókontrollerað smitta breiddi seg í samfelagnum

Brandur Sandoy (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Brandur Sandoy (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-07 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimildin at stongja matstøð skuldi brúkast í neyðstøðu, í teirri støðu at ókontrollerað smitta breiddi seg í samfelagnum, sigur Brandur Sandoy, tinglimur í Fólkaflokkinum

Landsstýrið kunngjørdi seinnapartin herd tilmæli, og millum annð, at matstovur og skeinkistøður kortini skulu lata aftur klokkan 22. Hetta tí man ber ótta fyri bretska frábregði av korona ger um seg í grannalondunum.

Men Brandur Sandoy ger altso vart við, at heimildin, sum løgtingið hevur givið landsstýrismanninum at stongja matstovur og skeinkistøð bert skuldi brúkast í neyðstøðu.

- Tað er ikki tilfeldið í hesum døgum, nú vit hvønn dag hoyra at nýggju tilfeldini antin verða funnin við komu á flogvøllinum, við kanning á sætta degi, ella í kendum smittuketum, skrivar Brandur Sandoy á Facebook í kvøld.

- Ikki er gott at vita, hvat tað er sum ger at matstøð eru størri smittubreiðarar enn eitt nú handlar, fiskavirkir og annars allastaðni har fólk tyrpast saman í dag.

Hann sigur seg vera greiðan yvir, at hann sjálvur hevur verið við til at givið heimildina, men sigur:

- Eg legði eisini dent á, at hetta varð seinastu ferð. Og tað verður so.

Matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22 til og við 17. januar.

Les eisini: Landsstýrið herðir tiltøkini aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder