Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava seinastu dagarnar samráðst um nýggja samgongu. Og tað ganga helst nakrir dagar afturat áðrenn samgonguskjalið verður undirskrivað, og vit vita hvørji mál skulu gjøgnumførast næstu fýra árini.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við miðlarnar, sum vóru í løgtinginum í kvøld, at hann væntar ikki, at samgonguskjalið verður undirskrivað í morgin.
- Teir hava reinskrivað í kvøld, og einar tvær síður skulu skrivast afturat. So mikudagin ella hósdagin kanska mest sannlíkt, at tað verður hósdagin, at samgonguskjal verður undirskrivað, segði Jenis av Rana.
Floksformenninir hittast aftur klokkan 9:30 fyrrapartin í morgin, og tá skulu síðstu nøturnar brótast. Sum skilst er fiskivinnuskipan ein nøt, sum er torfør at bróta.
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, skal á middegi í morgin hitta Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, og greiða honum frá um grundarlag er fyri at halda fram við samgongusamráðingum ella ikki.
Les eisini: Pakka saman fyri í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald