Innanlands

Samherji í hernað móti Kringvarpinum og journalistum

Ikki nógmikið at íslendingar leggja ráð um hvussu teir skulu sáa iva um journalistarnar og kringvarpið – teir leitaðu sær eisini hjálp í Føroyum til sína herferð, og ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Sveinur Tróndarson, var fúsur at spæla við

Georg L. Peteren (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Georg L. Peteren (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-24 16:05 Author image
Innsent
placeholder

At vera kritiskur miðil og journalistur kann hava við sær ógvusligan ágang. Tað eru vit øll vitandi um, men tað er sannliga munur á, hvussu ógvusligur hann kann vera.

Í farnu viku avdúkaðu íslendskir miðlar eitt innanhýsis teldupostsamskifti í reiðarínum Samherja, og um vikuskiftið avdúkaði miðilin Kjarninn.is eitt samskifti, sum snúði seg um Kringvarp Føroya og journalistarnar Barbaru Holm og Jan Lamhauge og teirra arbeiði við sendingunum “Teir ómettiligu”. Ikki nógmikið at íslendingar leggja ráð um hvussu teir skulu sáa iva um journalistarnar og kringvarpið – teir leitaðu sær eisini hjálp í Føroyum til sína herferð, og ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Sveinur Tróndarson, var fúsur at spæla við.

Hann varð spurdur, um hann vildi hava skjøl, sum kundu sáa iva um arbeiðið hjá journalistunum handan “Teir ómettiligu” og kringvarpið. Svarið var greitt, at tað vildi hann fegin, og at honum ikki dámdi Jan Lamhauge og Barbaru Holm. At hann síðan sigur við Kjarninn, at hann ikki valdi at gera meira við málið, er tó at fegnast um.

Sendingarnar “Teir ómettiligu” avdúkaðu millum annað, hvussu Samherji misbrúkti FAS (altjóða føroysku skipaskránna) at sleppa undan at rinda skatt. Felagið hevur síðan rindað seytjan milliónir krónur aftur til Taks, sum hevur meldað málið til løgregluna. Tað eigur at hava journalistiskan áhuga.

Hesin háttur at sáa iva um journalistar og miðlar, er rættiliga væl skipað í Samherja. Í samskiftinum, sum kjarninn.is hevur kunngjørt, er greitt, at eitt lið av fólkum manna ein bólk, sum skal gera hetta skitna arbeiði – “skæruliðadeild Samherja“, sum tey sjálvi nevna seg á íslendskum. Tað kann umsetast við ”geriljadeildin hjá Samherja”, sum hevur til endamáls at ”stinga, benda og stroya salt í sárið” á teimum, sum seta spurnartekin við viðurskifti hjá Samherja.

Avdúkaða innanhýsis samskiftið í Samherja vísir, hvussu hvussu langt eitt altjóða fiskivinnusamtak er til reiðar at fara við slavnum arbeiðslagi, har útvaldir journalistiskir leigusveinar verða spentir fyri vognin. At Samherji brúkar tílíka framferð í Íslandi er nóg ræðandi, men at hesir íslendingar royna tað sama í Føroyum, eigur at fáa okkum at rópa varskó.

Vónandi vinnur hetta ikki fram í Føroyum. Samstundis styrkir hetta okkum í sannføringini um, at sendingarnar ”Teir ómettiligu” komu tøkum tíma.

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder