Innanlands

Samhugatiltak fyri Ukraina á Tvøroyri í kvøld

Tað eru borgarar fyri frið í Suðuroynni sum í felag skipa fyri samhugatiltakinum, har nakrar hugleiðingar verða bornar fram, har tónleikur verður, og har tøgn eisini verður hildin

2022-03-02 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, mikukvøldið 2. mars klokkan 18.00, verður stutt samhugatiltak fyri Ukraina og øðrum krígsraktum økjum í heiminum uttanfyri Kongaliga handilin á Tvøroyri.

Tað eru borgarar fyri frið í Suðuroynni, sum í felag skipa fyri samhugatiltakinum, og í tíðindaskrivi seinnapartin boða teir frá skránni: 

- Dagfinn Olsen úr Vági hugleiðir, Jónsvein Bech, prestur, lýsir frið og tøgn í ein minutt, livandi tónar frá Eyðuni Nolsøe, Lív Næs og Tróndi Enni. Eftir tiltakið verða dyrnar latnar upp í Tvøroyrar kirkju, har Petur Martin Johannesen, organistur, spælir urgutónar og møguleiki er at hugleiða í tøgnini og tendra ljós.

Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í, hava okkurt slag av ljósi við og eina lítla termokannu.

Um veðrið ikki verður til vildar til uttanduratiltak, er møguleiki at flyta tiltakið í kirkjuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder