Tað er háspenningur í Løgtinginum, har tingfundurin framvegis ikki er tikin uppaftur. Tað skuldi hann eftir ætlan verða klokkan 15.30, men málið er framvegis í Rættarnevndini, har eitt álit verður skrivað.
Eitt ávíst trýst er á. Samgongan vil hava undantøkini aftur - við lóg. Allir sjúkrarøktarfrøðingar í felagnum eru nú í verkafalli, og sjúkrahúsverkið stendur seg ikki á hendan hátt.
At gera slíkt inntriv er tó í stríð við avtalur, og tí síggja fleiri fakfeløg tað nú sum sín rætt at víkja frá avtalum. Tey eru als ikki nøgd við støðuna - hetta varð eisini staðfest við stórum felags fundi og skrivi týsdagin - og samhugaverfkfall verður vantandi lýst.
Hetta váttaðu Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, fyri Kringvarpinum tíðliga seinnapartin.
Til ber at hoyra samrøðuna har
Hetta samhugaverkfallið, ið fleiri fakfeløg tykjast ætla sær í, verður uttan fráboðanarskyldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald