2024-06-09 20:00
Nú semja er undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, boðar Starvsfelagið frá at lýsta samhugaverkfallið er avlýst.
Tað skuldi annars koma í gildi týsdagin 11. juni 2024 klokkan 6 og fór at ávirka virksemi hjá Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald