Innanlands

Samkirkjudagar í Sandoyar prestagjaldi

Frá 9. til 12. mai eru samkirkjudagar aftur á skrá, hesa ferð í Sandoyar prestagjaldi – Tiltakið er ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, sum verður afturvendandi 3. hvørt ár, og skal ferðast frá oyggj til oyggj

(Mynd: folkakirkjan.fo)

(Mynd: folkakirkjan.fo)

2024-03-25 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður aftur farið undir at halda Samkirkjudagar í Føroyum. Hesa ferð verða dagarnir hildnir í Sandoyar prestagjaldi í døgunum frá 9. mai, sum er Kristi Himmalsferðardagur, til og við sunnudagin 12. mai.

Tiltakið er ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, sum verður afturvendandi 3. hvørt ár, og skal ferðast frá oyggj til oyggj. Byrjað varð í Vágum í 2022, og nú verður farið suður til Sands. Kirkjur og samkomur luttaka við guðstænastum, møtum, framsýningum, fyrilestrum, kjakfundum, konsertum, sangi, dypping, kvirru, hugnaløtum fyri kvinnum og monnum, ungdómsmøti og einum stórum barnafagnaði, skrivar Fólkakirkjan.

Samkirkjudagarnir eru eitt felags kristiligt átak, sum varpar ljós á kristindómin í landinum. Yvirskriftin til dagarnar er “Komið og síggið”, hvat vit hava at bjóða! Spurningar sum, hvat hava vit at bjóða í 2024, er kristindómurin viðkomandi í 2024, og hví er hann tað, og sera aktuellu spurningarnir sum kristindómur og vitlíki, kristindómur og list - verða lýstir og kjakast verður um ymisk evni.

Tíðindi og skrá verða løgd á heimasíðuna www.samkirkjudagar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder