Innanlands

Samlaða innlánsyvirskotið er lækkað

Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er lækkað eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá. Innlánsyvirskotið var við endan av mars mánaði 1,7 mia. kr. hjá føroysku peningastovnunum tilsamans.

2021-05-31 11:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samlaðu innlánini eru lækkaði úr 25,7 mia. kr. í januar 2021 niður í 19 mia. kr. í mars 2021 eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá. Útlánini vóru 17,3 mia. kr. tilsamans í mars 2021, og samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,7 mia. kr. í mars 2021 í mun til 6 mia. kr. í januar 2021. Stóra fallið í innlánsyvirskotinum skyldast tí einamest søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

[object Object]

Tað ger ikki stóran mun fyri samlaða innlánsyvirskotið, um grønlendska deildin hjá BankNordik verður tald við. Innlánsyvirskotið er mest sum á somu stødd, tá einans verður hugt eftir inn- og útlán til føroyskar kundar frá føroysku peningastovnunum.

Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum var 3,5 mia. kr. í mars 2021, men verða sethúsalánini í donsku realkredittstovnunum trekt frá, er innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum nærum 250 mió. kr. í mars 2021. Føroysku vinnukundarnir hava størri skuld í føroysku bankunum enn innistandandi, og hava eitt innlánsundirskot á nærum 2 mia. kr. í mars 2021.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder