Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt.
Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.
Tá tú verður biðin um at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin.
Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir at fáa teg at góðkenna eina innritan við Samleikanum, skalt tú avlýsa hana.
Steðga á og les boðini
Fært tú eina ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja:
Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum?
- Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram.
- Kennist tú ikki við innritanina, skalt tú avlýsa.
Ávaringin gevur tær høvið at steðga á og taka støðu, áðrenn tú góðkennir.
Eitt eyka stig av trygd
Ávaringin merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum.
Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik torførari og hjálpa tær at gerast varhugan við, um teldusníkar royna at fáa teg at góðkenna eina innritan.
Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur á skerminum, áðrenn tú góðkennir nakað við Samleikanum.
Nýggja trygdarstigið verður tikið í nýtslu í dag.
Dømi um nýggja skermmynd

Nýggja trygdarstigið er gjørt fyri at hjálpa brúkaranum at varnast slíkar royndir og steðga teimum, áðrenn innritanin verður góðkend.

Les boðini væl áðrenn, tú góðkennir við Samleikanum. Góðkenn einans um tú ert í holt við at rita inn.
Avlýs, um tú ikki kennist við innritan.
Les meira um svik á netinum á heimasíðuni hjá Samleikanum
Talgildu Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald