Í kvøld hittast formenninir fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, aftur í tinginum. Teir fara nú at fundast víðari.
Tað var í gjárkvøldið klokkan 23, at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, ásannaði at samráðingarnar ikki komu víðari, og hann valdi at steðga. Teir avtalaðu ikki nær teir skuldu, og sum skilst hevur sera lítið samskifti verið í dag.
Men nú er so aftur samband millum partarnar. Nógv hoyrist um ósemjur. VP vil vera við, at Miðflokkurin krevur tveir landsstýrissessir, og at tað skal vera orsøkin til at eingin semja fekst í gjárkvøldið. Dagur & vika segði í kvøld, at ósemja millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin um hvør skal umsita fiskivinnumál var trupulleikin.
Bárður á Steig Nielsen hevur fingið freist til klokkan hálvgun tíggju í morgin árini, at boða frá hvussu tað gongur við samráðingunum.
Løgtingið kemur saman til sín fyrsta fund hesasetuna leygardagin klokkan 10. Tá skal nýggjur løgtingsformaður veljast, og uppskot til løgmansevni skal leggjast fram. Neyðugt er tó ikki at avgreiða løgmansvalið henda dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald