Innanlands

Samráðast í tinginum í kvøld

Tingmanningin og varðalimir eru savnaði í løgtinginum í kvøld, har samráðst verður um nýggja samgongu

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-09 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg samráðist ikki í miðlunum.

Tað prinsippið heldur formaðurin í Sambandsflokkinum fast uppá, nú samráðingarnar eftir øllum at døma nærkast endanum. Ella, tað er ikki ordiliga til at vita, tí Bárður á Steig Nielsen vil ikki rættiliga siga hvussu langt, tey eru komin.

Í kvøld eru tingmanningarnar og varðafólk hjá øllum trimum flokkunum, Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, savnaðar í løgtinginum har samráðst verður.

Sum skilst verður samgonguskjalið í løtuni reinskrivað. Bárður á Steig Nielsen sigur við Portalin í kvøld, at hann helst vil hava alt upp á pláss í kvøld, so hann á middegi í morgin kann boða tingformanninum frá, at hann ætlar at skipa eina ABH-samgongu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder