Innanlands

Samráðingar av álvara í gongd eftir páskir

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum hitti í gjár partnarar í lønarsamráðingunum

(Mynd: Føroya Pedagogfelag)

(Mynd: Føroya Pedagogfelag)

2024-03-22 06:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum við nýggju forkvinnuni, Sannu á Løgmansbø, á odda, hitti í gjár landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, og formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum Per Martin Gregersen umframt starvsfólk frá Lønardeildini og KAF.

Hetta var fyrsti fundurin síðani stórur partur av nevndini varð skiftur út 3. mars.

- Okkara fyrsti fundur var bæði góður og læruríkur. Vit hava avtalað, at vit hittast aftur beint eftir páskir, tá samráðingarnar av álvara fara í gongd, sigur nevndin í Pedagogfelagnum.

- Við útgangsstøði í krøvunum hjá undanfarnu nevnd hava vit gjørt øðrvísi raðfestingar. Nú fara vit í nevndini at seta okkum saman at viðgera tað, vit hava prátað við arbeiðsgevaran um, sigur nevndin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder