2024-06-05 18:32
Tað var ætlanin, at semingsfundur skuldi vera fríggjadagin klokkan 13, men nú er hetta broytt.
- Vit hava umhugsað støðuna av nýggjum og hava avrátt at byrja seinnapartin í morgin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið.
Hetta skal gerast so skjótt sum til ber, og tað vísir seg, at tað ber til í morgin, sigur semingsmaðurin.
Fundurin byrjar klokkan 15 í morgin, og væntandi verður samráðst alt vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald